Hvílir tú prinsur í taraskóg

Har tú lívd fekk fyri levind

Har tú smidliga flýddi úr glatanarklóm

Sum brosma undan teistanevi

Hevja nú prinsur títt sigursróp

Lat í firðunum tað runga

Har hin Alvaldi gav tær tín aldudóp

Og fjøran stóð fyri tær sprungað

Sjóðar

Yvir tað vágar

Aldar

Um tað, ið var

Innan og uttan skeljast í lag

Hvat enn eg so royndi skilnaðin

Langtandi søgnin brátt fjarar av

Og tómin skræðir meg við inní

Marrusorg

Hóra tá prinsur enn eina stund

Trúnan tær liggur fyri fótum

Títt kongsdømi kann frelsa meg

Frá mínum kávalótum

Innan og uttan skeljast í lag

Hvat enn eg so royndi skilnaðin

Langtandi søgnin brátt fjarar av

Og tómin skræðir meg við inní

Marrusorg