Læs ikki portrið

Goym tú okkum enn

Tó vit skiljast her

Ofraða løtan

Letur lív aftaná

Um tú viljan ber

Gev mær tíð

Nístandi rinið frá liðinum

Eltir meg, stynjandi

Fríður, ei friður enn

Rungar enn í mær eitt langtandi lag

Men glæman ber tín anda

Eftir ævinnar egg

Handan himnaveg

Hon bjargar mær úr vanda

Um hav eg hoyri teg

Rinið hvølt ljóðar eftirí

Eg vil skilja teg

Sum tú skilir meg

Kykur loypa

Inn í tína fevnandi dýrmætu tíð

Men glæma tín kann ganda

Allar øldir í sor

Slíta heimsins stev

Hon røkkur millum landa

Og ber mær altíð teg

Eg vil skilja teg